Persónliga heimasíða Óla Nicodemussen - er ætlað til greinir o.l. og sum ein miðdepil fyri mínar internet-aktivitetir.
Tey sjónarmið og áskoðanir, sum eru á hesi síðuni, eru míni egnu, og umboða ikki annað, enn míni egnu áhugamál.

Eg eri byrjaður at flyta sangirnar yvir í eina sjálvstøðuga heimasíðu, SANG.FO
"Gamla sangsavnið", sum nú eitur "sangsavn.fo" kemur kortini at vera til, í hvussu er inntil alt tilfarið er flutt yvir í SANG.FO.

Størri verkætlanir framyvir, sum t.d. Akkord-yvirlitið hjá mær (við yvir 100.000 grund-akkordum til klaver - umframt akkordlæru & musik-teori), fáa sjálvstøðugar heimasíður so hvørt, sum tær koma á alnetið.

Hendan heimasíðan verður eisini hampað eitt sindur (nakað er longu gjørt) og kemur annars at virka sum "barndómsheim" hjá internet-aktivitetunum hjá mær. Her koma hugskotini at slíta sínar barnaskógvar og her halda tey "smáu børnini" til; men tey hugskotini, sum eru búgvin til tess, sleppa at liva sítt vaksna lív aðrastaðni undir egnum navni. Sí annars on.fo  sum er eitt yvirlit yvir alt, sum er nevnt omanfyri, ella hoyr Ó.N. í Ú.F. 27/08-08

NB: Kontakt tykist at rigga aftur, men hevur nøkur undarlig tekin í staðin fyri føroysku bókstavirnar - nýt heldur hesa E-mail  addressuna fyribils.

BTW: Vegna tess, at heimasíðan verður umbygd, so rigga innanhýsislinkini ikki - hetta er orsakað av, at "articles" hava fingið nýtt "id-nr." Hetta verður ikki rættað í bræði - ikki fyrr enn heimasíðan er liðugt umbygd og eg fari slaviskt og gjøgnumgangi allan tekstin v.m.

Óli Nicodemussen


...Og tær finst, at tú sum Nóa
talaði við rødd Guds – glóð á
vørrum, og tú bygdi tær ein bát.
Eittans sálin lurtar eftir,
tað var sjálvur tú, og setti
tú teg sjálvan skák í mát...